Mentan

Freistin at søkja um ólavsøkuloyvi er 6. juni

Í ár verður ólavsøkan aftur sum vanligt við midnáttarsangi og øllum, sum hoyrir til, men í staðin fyri tivoli á Skálatrøð verður pláss til básar og tjøld kring miðbýin – Tey, sum ynskja at hava tiltøk á kommunalum øki, kunnu søkja um hetta fram til 6. juni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-26 19:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna er nú farin undir at fyrireika ólavsøkuna, sum eftir at hava verið skerd í tvey ár orsakað av koronu, í ár verður aftur sum vanligt við midnáttarsangi og øllum øðrum, sum hoyrir til.

Tað boðar kommunan frá á heimasíðuni, og í hesum sambandi ger hon eisini vart við, at freistin at søkja um loyvi at hava tiltak á kommunalum øki á ólavsøkuni er mánadagin 6. juni.

Freistin at senda inn tilfar til ólavsøkuskránna er 1. juli.

Tórshavnar kommuna sigur, at hóast vit aftur í ar kunnu fáa eina vanliga ólavsøku, er avgjørt at halda fast við eina broyting, sum koronastøðan hevði við sær.

– Í samráð við Tórshavnar Ítróttarráð er avgjørt, at tivoli verður ikki aftur á Skálatrøð. Í staðin fáa skótalið, Tórshavnar Ítróttarráð og aðrir felagsskapir pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald eins og í fjør. Hetta ber á sama hátt í sær, at avmarkað verður við kommunalum plássi til aðrar básar. Tó er møguleikin at nýta privat øki sjálvandi til staðar.

Meira kunning um, hvussu ein søkir um ólavsøkuloyvi, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder