2023-05-13 12:30
Fyritøkan Semper Danmark afturkallar glutenfría breyðið Trio Frukostbrød, vegna vanda fyri fremmandalutum í vøruni.
Vøran er eisini seld í føroyskum handlum, og eigur hon at verða latin inn aftur, haðani hon er keypt ella beint burtur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Sempter sigur í tíðindaskrivi, at har m.a. eru funnir smásteinar í vøruni, og hava tey sporað teir til eina ávísa sending av graskarfræum.
Vøran, sum verður afturkallað:
Semper - TRIO Frukostbrød
Nettovekt: 300 g
Best fyri: 16.05.2023, 23.05.2023, 28.05.2023, 08.06.2023, 04.07.2023 og 09.07.2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald