Indierock bólkurin Fremmand gevur út nýggja vinyl plátu við heitinum “Wrong”. Plátan verur útgivin á Tutl Records og kemur út 5. februar.
Fremmand hevur arbeitt við hesi nýggju útgávu í tvey ár. Plátan hevur fingið sítt skap tvørtur um høv, frá sólmikla Los Angeles, til Århus og veðurbardu Føroyar. Stílurin á plátuni hjá Fremmand er skiftur eitt vet, og er vorðin meiri kantutur við guitarljóði.
Meinlíkt fystu plátuni við heitinum Fremmand, ið kom út í 2018, granskar kvartettin tvídráttin millum dreymar og vónloysi. Tey skapa eina ljóðmynd, ið fær ein til at hugsa um sveimandi goth og post punk stílin, men við báðum beinum í nútíðini og rættir seg fram í tíð.
Karismatiska sangarinnan, Jana Hjalgrimsdóttir, hvørs persónleiki røkkur útyvir bæði senukantin og plátuna, er á odda í bólkinum , og fær skapandi mótstøðu frá tummuleikara og produsara Tobias Weltzer, guitarleikaranum Sigmundi Zachariassen og bassleikaranum Tinnu Tótudóttur.
Á “Wrong”-plátuni eru fleiri navnframir gestaleikarar. Carlos Alomar (David Bowie), Richard Fortus (Guns´n Roses), Peter Hayes (BRMC), Null+Void (Moby, The Kills) og Henrik Jespersen.
Fyrsta singlan av plátuni er heitislagið Wrong. Lagið viðgerð tvíligu kenslurnar, vald og máttloysi. Kenslur ið taka seg upp, tá ið ein kemur í støður í lívinum, sum ein heldur eru eitt val, men sum vit í veruleikanum ikki hava vald á ella kunnu stýra.
Sjónbandalagið “Wrong” er tikið upp í Tokyo, tá ið korona fyrst gjørdi um seg og býurin mátti lata aftur. Myndirnar vísa ein bý, sum liggur í oyði og leiðir tankarnar til heimsins enda.
Guitarleikarin Carlos Alomar spælir guitar á lagnum “Run through Fire”, og er við til at geva lagnum eina heilt serliga melankolska stórbýðarkenslu. 80 ára gamli saksofonisturin, Henrik Jespersen, leggur eisini ein heilt serligan dám á lagi við sínum serkenda sveimandi ljóði ið hann gandar fram við elektroniskari saksofon.
Alt-rock hetjan Peter Hayes, sum eisini var við á fyrstu plátuni hjá Fremmand, hevur veri við til at gjørt lagi “Legendary Lover”. Peter Hayes syngur duet saman við Janu, og hann hevur eisini skriva tekstin.
Richard Fortus spælir guitar á lagnum “Innanlongsul”, og skapar eitt stórsligið ljóðlandslag, ið stuðlar undir heitið á lagnum.
Tobias Weltzer hevur produserað nýggju plátuna, Michael Patterson hevur miksað og Maor Appelbaum hevur mastrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald