
Eins og í fjør, fáa ítróttafeløg, skótalið og aðrir felagsskapir pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Einki tilvoli verður á Skálatrøð.
- Hetta ber á sama hátt í sær, at avmarkað verður við kommunalum plássi til aðrar básar. Tó er møguleikin at nýta privat øki sjálvandi til staðar.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag, í samband við at freistin at søkja um ólavsøkuloyvi nærkast.
Eitt slíkt er neyðugt, um ein vil standa fyri bási, sølu ella skipa fyri tiltaki - so sum framsýning - á ólavsøku. Freistin at søkja er nú mánadagin, 5. juni.
Hetta skal gerast á Vanganum, skrivar torshavn.fo. Eisini kann tilfar til ólavsøkuskránna skrásetast har áðrenn 30. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald