Innanlands

Fríða Jóinsdóttir Joensen sett sum hotelleiðari hjá 62 Norð

Hon skal standa á odda fyri dagliga rakstrinum og menningini av gistingarhúsinum í hjartanum í Havnini

Eiðiskvinnan hevur drúgvar royndum innan tænastu, samskipan og kundarøkt (Mynd: 62N)

Eiðiskvinnan hevur drúgvar royndum innan tænastu, samskipan og kundarøkt (Mynd: 62N)

2025-06-04 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru fegin um at boða frá, at Fríða Jóinsdóttir Joensen er sett sum hotellleiðari á 62°N Hotel

Soleiðis skrivar ferðaskrivstovan í skrivi á Facebook-síðu sínari.

Eiðiskvinnan hevur drúgvar royndum innan tænastu, samskipan og kundarøkt. Fríða hevur millum annað verið mentanar- og ferðavinnumennari í Vestmanna kommunu, verið bygdarráðslimir á Eiði og ein av fyriskiparunum av Heystfegnaðinum. 

- Hennara dygdir, arbeiðslag og áræði passa sera væl til okkara virðir, og vit eru spent uppá at síggja, hvussu hon fer at leiða 62 °N Hotel víðari við nýggjum íblástri, orku og fokus á bæði gestir og starvsfólk. Við Fríðu á odda fara vit at leggja dent á at styrkja upplivingina hjá gestunum, menna hotellið, sum eisini er ein umráðandi partur av ferðavinnuni, og skapa eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi fyri øll í toyminum.

Gistingarhúsið liggur mitt í hjartanum í Havnini. Fríða Joensen skal standa á odda fyri dagliga rakstrinum og menningini,

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder