2025-05-18 09:43
Aftur í gjárkvøldið var løgreglan til staðar í býarlývinum í høvuðsstaðnum og kannaði viðurskiftini á teimum ymisku skeinkistøðunum. Men har var einki at seta fingurin á, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Tað mest dramatiska tey upplivdu var ein bilur, sum koyrdi í skeivum koyrirætningi fram við Essabarr niðast á Áarvegnum, har einsættað er hvørju megin húsið. Hetta gav eitt klipp í koyrikortið hjá bilføraranum.
Koyrdi rúsevnaávirkaður
Tíðliga í morgun var ein bilførari støðgaður og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av onkrum rúsevnum.
Testin gav útslag, sum vísir, at viðkomandi var ávirkaður. Blóð roynd varð tikin, sum síðan ger av, hvat víðari hendir við málinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald