2018-12-22 09:20
Tað var lítið at gera hjá løgregluni í nátt, hóast fitt av fólki var í býnum. Tað boðar vakthavandi á løgreglustøðini frá.
- Vit fingu onkra fráboðan um herverk og onkur var dottin á sjógv. Men sum heild var lítið at gera, greiðir vakthavandi frá.
Vakthavandi sigur, at ein ungur maður var dottin á sjógv í Vágsbotni, og at vinmaðurin ringdi til løgregluna. Men maðurin kláraði sjálvur at koma upp og fór heim við hýrivogni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald