Náttin hjá løgregluni hevur verið stak friðarlig. Tað kann hugsast, at tað er kalda veðrið, sum er orsøkin til, at fleiri fólk hava hildið seg heima við hús í nátt heldur enn at fara í býin.
Løgreglan hevur tó hjálpt fleiri, sum hava ligið avdottin í kuldanum.
Klokkan 4.10 kemur løgreglan fram á ein avdotnan mann á Gundadalsvegnum, og tey fáa hjálpt honum á føtur.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tá tey funnu mannin vísti bilurin 8 kuldastig.
Klokkan 5.30 fekk løgreglan boð um enn ein avdotnan mann í Gundadali. Hesin var tó sjálvur komin á føtur, tá løgreglan kom á staðið, og tað vísti seg, at maðurin búði tætt við, so hann hevði tí ikki brúk fyri hjálp til at koma heim.
Annars hevur einki mál verið í nátt, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald