Føroyingar komu inn í nýggja árið í allari friðarligheit, sambært løgregluni. Ongar fráboðanir eru komnar um skaða av fýrverki, og yvirhøvur uppførdu fólkini seg væl, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hóast fitt av fólki var í býnum, serliga í Havn, so vórðu ongi harðskapsmál heldur skrásett. Løgreglan varð send út til onkrar tilburðir, har fólk vóru komin upp at toppast, men tað verður skrásett undir ’minni hússpetaklar’ heima, sigur vakthavandi.
Nógvi vindurin í gjár hevur helst sett sín dempara á veitsluhaldið. Eitt nú vórðu nógv nýggjársbál avlýst, so roknast kann við at nógv bál fara at síggjast í dag staðin fyri.
Í Suðuroy varð boðað frá, at ein bilur var stolin. Tað var í eini av teimum minni bygdunum, at onkur hevur manglað fart heim, og hevur tikið sær ein av bilunum í bygdini fyri at koma heim – hetta rópa tey brúksstuldur á løgreglumáli.
- Eg veit ikki, um tey hava funnið bilin aftur enn. Okkara fólk eru á málinum, og tey hava ein grundaðan illgruna um, hvør tað man vera. So nógv fólk vóru heldur ikki í hesi bygdini í gjárkvøldið, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald