G! festivalurin byrjaði í gjár og næstu dagarnar savnast fólk í túsundatali í Syðrugøtu at njóta tónleik og samveru.
Vanliga er tað altíð onkur sum ikki klárar at halda sær í skinninum til slík tiltøk, men enn hevur ikki verið nøkur fráboðan, sigur vaktleiðarin á løgregustøðini í morgun.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað einasta vit hava havt av G! festivalinum hav verið smá mál sum at onkur bilur hevur staðið parkeraður framvið landsvegnum, at onkur bilur stóð fyri so kampingvognur ikki slapp framvið og at onkur koyrdi í tunli við skutara, hevur ikki verið nakað, sigur vaktleiðarin.
G! festivalurin heldur fram í dag. Millum tey sum framføra í dag eru millum annað Eivør, Highasakite og Hamferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald