Innanlands

Friðarligt á páskum 

Hóast eingin tónleikur ella dansur varð í býnum í nátt, so varð kortini opið sum vant

2023-04-09 11:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Sum vant var løgreglan vælmannað í miðbýnum í Havn bæði í gjárkvøldið og í nátt. Sum skilst var náttin sera friðarlig, og eingi brot á halgidagslógina vórðu staðfest.

Skeinkistøðini vóru opin sum vant leygarkvøld og sunnunátt, hóast páskadagur er.

Tað hava tey loyvi til, tó at tað ikki er loyvt at skipa fyri tónleiki ella undirhaldi henda kanska mest heilaga dag í árinum. 

Sum heild var friðarligt í náttarlívinum, sambært politinum. 

Sum vera man vórðu fleiri bilar steðgaðir, men eingi brot á lógina vórðu staðfest. 

Seinnapartin í gjár fór ein bilur út av vegnum norðaliga í Streymoynni. Hann endaði á takinum men førarin fekk ongan skaða. Tó er hann nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder