Tórsfest-konsertin í Havn í gjárkvøldið í nátt hevði ikki størri ávirkan á arbeiðsdagin hjá løgregluni, enn eitt vanligt fríggjakvøld í Havn.
Nógv fólk vóru í býnum, men tey vóru skjót til húsa aftur eftir at tiltakið var av. Keðiliga veðrið var óiva orsøkin til.
Treyðugt so. Løgreglan fekk ‘onkra uppringing um larm’, og onkur var, sum hevði drukkið meir enn viðkomandi toldi.
Hevði rúsevni uppi á sær
Eitt lítið rúsevnamál var í nátt. Løgreglan fann eina lítla nøgd av rúsevnum uppi á einum persóni. Hetta fær viðkomandi eina bót fyri.
Uttan fyri eitt skeinkistað vísti ein maður ólátaða medferð, og varð tikin á støðina eina løtu fyri at køla seg av, sum vaktleiðarin málber seg. Á veg út aftur fekk hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Fyrr í gjárkvøldið var ein bilførari í Havn støðgaður fyri rúsdrekkakoyring. Hann blásti yvir tað loyvda, og tí var hann koyrdur á sjúkrahúsið at taka blóðroynd. Eftir tað var viðkomandi latin leysur aftur, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald