2026-01-17 10:30
Tað sæst aftur í býarlivinum, at eini 6.000 føroyingar eru farnir til Noregs at fylgja hondbóltslandsliðnum.
Í nátt hevur nevniliga verið steindeytt, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Tó vóru onkur fólk í býnum, og eitt mál um brot á skilhaldsreglurnar varð skrásett.
Tað var beint fyri klokkan fýra, at ein persónur fekk bót fyri at skumpa ein annan og royna at byrja eitt slagsmál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald