Innanlands

Friðarligt vikuskifti hjá løgregluni

Fólk á Country Festivalinum og Eystanstevnuni hava skikkað sær væl, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-16 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv hevur verið á skránni um vikuskiftið. Eystanstevna er í Runavík, og Country Festivalur er í Sørvági, men hetta hevur løgreglan ikki merkt nógv til.

Løgreglan hevur havt onkur eyka fólk í Sørvági og í Runavík, men har hevur einki verið at finnast at.

- Fólk hava hugnað sær, og tey hava skikkað sær væl, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Løgreglan hevur eisini verið runt at vitja øll skeinkistøðini í høvuðsstaðnum, men har var heldur einki at finnast at.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder