Friðarrørslan, Føroyingar fyri friði, bjóðar til aðalfund í Perluni í Tórshavn sunnudagin 22. februar 2026 klokkan 14, og sama dag klokkan 15 skipar friðarrørslan fyri friðartiltaki sama stað í sambandi við, at tað í hesum døgum eru fýra ár liðin siðani russisku innrásina í Ukraina.
Endamálið við friðartiltakinum, skrivar Føroyingar fyri friði, er at varpa ljós á týdningin av, at friður fæst í lag skjótast gjørligt, tí avleiðingarnar av langdrigna krígnum eru oyðileggjandi ikki minst menniskjaliga.
Deyðstølini fyri bæði sivil- og herfólk eru ógvuslig umframt tey mongu særdu og flýddu, skrivar Føroyingar fyri friði, sum leggur afturat, at hóast friðartiltakið 22. februar hevur fokus á kríggið í Ukraina, minnir friðartiltakið eisini á, at tað eisini eru kríggj og ófriður aðrastaðni í heiminum, har fólk líða og menniskjarættindi dagliga vera sett til síðis.
Friðartiltakið hevur eina fjølbroytta skrá við røðum, tónleiki, listaframsýning og beinleiðis frásøgn frá fólki, sum eru í Ukraina. Endaliga skráin verður almannakunngjørd ein av fyrstkomandi døgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald