ST trygdarráðið hevur samtykt eina amerikanska ætlan fyri Gaza-geiran, sum slóðar fyri eini altjóða friðarvarðveitandi herdeild í økinum, og møgulieikanum fyri einum frælsum palestinskum stati, skrivar ST.
Russland og Kina atkvøddu ikki málinum. Harvið varð uppskotið samtykt við 13 atkvøðum fyri og ontum ímóti, skrivar dr.dk.
Ein samtykt í ST trygdarráðnum skal hava í minsta lagið níggju atkvøður fyri og onga veto-atkvøðu frá teimum fimm føstu limunum – Russlandi, Kina, Fraklandi, Bretlandi og USA – fyri at verða samtykt.
USA og onnur lond høvdu vónað, at Moskva ikki fór at nýta sín vetorætt fyri at forða fyri hesi týðandi samtyktini.
Sambært AP tíðindastovuni var hetta eitt sera týðandi stig fyri skroypiligu vápnahvíldini og royndunum at finna eina kós fyri framtíðini hjá Gaza eftir kríggj í tvey ár millum Ísrael og Hamas.
Arabisk og onnur muslimsk lond, sum hava víst áhuga fyri at senda herfólk til altjóða herdeildina, høvdu frammanundan boðað frá, at ein samtykt í Trygdarráðnum var ein fyritreyt fyri teirra luttøku.
Amerikanska uppskotið stuðlar undir 20-punkts ætlanini hjá Donald Trump, forseta, sum inniber, at eitt friðarráð (á enskum ‘Board of Peace’, -red.) verður sett, sum fyribils myndugleiki í Gaza – eitt ráð, sum Trump sjálvur skal standa á odda fyri.
Myndugleikin hjá bæði friðarráðnum og altjóða herdeildini verður galdandi fram til endan av 2027.
- Takk fyri, at tit eru við til at seta nýggja kós fyri Miðeystur, fyri bæði ísraelar, palestinar og onnur í økinum, segði amerikanski ST-sendiharrin, Mike Waltz, eftir atkvøðugreiðsluna.
Danmark var eitt av teimum 13 limalondunum í ST trygdarráðnum, sum atkvøddi fyri uppskotinum. Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, fegnast um samtyktina.
- Danmark hevur í dag (mánadagin, red.) atkvøtt fyri eini samtykt í ST trygdarráðnum um framtíðina hjá Gaza. Samtyktin er ikki loysnin upp á allar avbjóðingarnar, men tað besta má ikki gerast fíggindin hjá tí góða. Við samtyktini tryggja vit altjóða rótfesti av friðarætlanini hjá Trump forseta, sum eisini hevur breiða undirtøku í økinum, skrivar uttanríkisráðharrin í eini fráboðan til DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald