Oy Voxbotn hevur í dag kunngjørt eitt nýtt navn. Á voxbotn.fo verður hann avdúkaður sum ein dugnaligur ungur maður, ið hevur sungið seg inn á nógv hjørtu.
- Við guitarinum, kærleiksfullum tekstum og fangandi løgum, hevur hann útgivið fleiri løg, ið føroyingar hava tikið til sín. "Her hjá mær", "Saman og frí", "Her Uttan Teg" og "Nýt løturnar eru alt løg", ið hava verið nógv at hoyrt og sær tað út til, at Fríði heldur áfram at ríkað okkum við sínum góða fólka- og popp tónleiki.
Havnarmaðurin Fríði Sigmundsson hevur gjørt vart við seg seinastu árini og skal nú framføra á festivalinum í heimbýnum, sum í ár verður yvir tveir dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald