
Eftir at kongshjúnini høvdu verið yvir Múlagjógv við rennistrongi komu tey yvir til donsku og føroysku tíðindafólkini.
Sum siður er á slíkum túrum, fáa miðlarnir einaferð høvi at seta kongshjúnunum ein spurning.
Portalurin spurdi kong, á hvønn hátt hansara hátign upplivir broytingina í føroyska samfelagnum - serliga í mun til seinast Fríðrikur kongur var í Føroyum.
- Eitt er bygningur. Eitt annað er brennandi ynski og viljin hja einstaka føroyinginum at broyta ting til nakað betri. Hetta merki eg veruliga…Føroyar eru í rívandi menning.
Mary drotning tosaði serliga um ógvuliga heitu og góðu móttøkuna, sum tey høvdu fingið allastaðni - umframt hvussu bergtakandi náttúran er at uppliva slíkar dagar.
TV2 spurdi eisini um upplivingina við rennistronginum - hoyr alt ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald