Bretland og Føroyar fara seinni í mánaðinum at undirskriva fríhandilssáttmála landanna millum. Samráðingar hava seinastu tíðina verið ímillum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og bretska handilsmálaráðið, og tær eru nú komnar á mál.
”Samhandilin við Bretland er nú tryggjaður og kann at kalla ótarnaður av Brexit halda fram, tá landið fer úr ES,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
“Óvissa valdar annars um, hvørt Bretland fer úr ES við ongari skilnaðaravtalu 29. mars í ár ella um partarnir finna eina semju áðrenn. Men í mun til handilssamstarv millum Bretland og Føroyar er tann spurningurin ikki longur viðkomandi fyri okkum,” sigur landsstýrismaðurin.
Landsstýrið hevur arbeitt miðvíst fyri at tryggja føroysk áhugamál í sambandi við Brexit. Beint eftir fólkaatkvøðuna í Bretlandi í juni 2016, varð ein arbeiðsbólkur settur.
Harumframt hava tvær bretskar ráðharravitjanir verið í Føroyum og landsstýrismenninir í uttanríkis- og vinnumálum og í fiskivinnumálum hava eisini vitjað starvsfelagar sínar í London fyri at umrøða, hvussu Føroyar og Bretland skipa sínámillum viðurskiftini eftir Brexit.
Nýggi fríhandilssáttmálin tekur støði í verandi sáttmála við ES, har handilsviðurskiftini ímillum Bretland og Føroyar higartil hava verið skipað.
Bretland er millum tey londini, Føroyar útflyta mest til – í 2016 fyri 850 mió. og í 2017 fyri 770 mió. Innflutningurin úr Bretlandi hevur seinastu tvey árini verið 169 mió. og 284 mió.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fer at ráðføra seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd 23. januar um nýggja fríhandilssáttmálan við Bretland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald