Mikukvøldið 7. juni skipar Frihedsbrevet fyri einum forkunnugum tiltaki í Løkshøll í Runavík.
Flemming Rose, redaktørur á Frihedsbrevet.dk, og Heini í Skorini, serfrøðingur í altjóða viðurskiftum, fara at skifta orð um heitasta politiska málið júst nú, bæði í Føroyum og í restini av heiminum. Hetta gera teir undir kønari leiðslu av Jan Lamhauge, journalisti á Frihedsbrevet.fo.
Við einari fortíð sum korrespondentur í Russlandi og einari hollari vitan um russisku og ukrainsku søguna, fylgir Flemming Rose sera væl við í tí, sum hendir í Ukraina og avleiðingarnar av russisku innrásini.
Heina í Skorini er phd í altjóða politikki frá King’s College í London, lektari á Fróðskaparsetrinum, royndur journalistur og virkin viðmerkjari.
Hetta verður klókt, hetta verður aktuelt og hetta verður forkunnugt.
Tiltakið verður í Løkshøll 7. juni, klokkan 19.30, og limir í Frihedsbrevet sleppa ókeypis inn. Onnur kunnu keypa atgongumerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald