Innanlands

Frimodt Rasmussen á ting fyri Bárð á Steig Nielsen

Formaðurin í Sambandsflokkinum er í farloyvi í eina viku

Frimodt Rasmussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Frimodt Rasmussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-23 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum.

Tað varð fráboðað á dagsins tingfundi, sum byrjaði fyri løtu síðani.

Formaðurin í Sambandsflokkinum hevur biðið um farloyvi frá í dag og eina viku fram.

Næstur á listanum hjá Sambandsflokkinum er Jaspur Langgaard, men hann fær heldur ikki møtt í tingið. Næstvaldur á listanum hjá Sambandsflokkinum er Frimodt Rasmussen, og tað er hann, sum tekur sæti á tingi hesa vikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder