2018-12-25 14:05
Veðrið 1. jóladag er einki serliga hugaligt. Ikki er so nógvur vindur, men kvøldið verður vátt.
Í dag er frískur vindur av útsynningi, millum 8,7 og 10 m/s. Fram til klokkan 18 er einki avfall.
Í kvøld fer at regna við millum 0,1 og 0,6 mm avfall, men tíverri er talan um regn og ikki kava, sum fleiri ynskja sær um jólini.
Hitin í dag er millum 8 og 9 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald