Innanlands

Frítíðartilboð til 3. flokk í Sankta Frans verður skipað í Gundadali

Higartil hava børnini í 3. flokki í Sankta Frans skúla havt frítíðartilboð í Margarinfabrikkini – Avtala er nú gjørd við B36 um leigi av B36-húsinum, og verður tilboðið fyrireikað til at byrja eftir summarfrítíðina

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-30 19:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður frítíðartilboð til 3. flokk í Sankta Frans skúla sett á stovn í Gundadali.

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at seta frítíðartilboðið á stovn undir leiðslu av Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, sum frammanundan hevur frítíðarskúla til 1. og 2. flokk í Sankta Frans skúla. Avtala er gjørd við B36 um leigu av B36-húsinum til at húsa frítíðartilboðnum.

Higartil hava børnini í 3. flokki í Sankta Frans skúla havt frítíðartilboð í Margarinfabrikkini, men foreldur hava tó spurt eftir at fáa tilboðið skipað saman við frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, og verður tilboðið nú fyrireikað at byrja eftir summarfrítíðina, skrivar Tórshavnar kommuna.

Neyvari kunning um tilboðið og tilmelding kemur seinni frá stovnsleiðaranum, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder