Innanlands

Frítt at koyra í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum frá leygardegnum og átta dagar fram

Í sambandi við, at tað um eina viku eru 20 ár síðani, at Norðoyatunnilin lat upp fyri ferðslu, er ókeypis at koyra um Leirvíksfjørð og í elsta undirsjóvartunlinum í átta dagar: Frá 25. apríl til og við sunnudagin 3. mai.

Ókeypis koyringin verður galdandi fyri øll akfør frá leygardegnum 25. apríl (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Ókeypis koyringin verður galdandi fyri øll akfør frá leygardegnum 25. apríl (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2026-04-22 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagurin 29. apríl 2006 var ein sólríkur og stórur dagur í norðurøkinum í Føroyum. 

Stórt hátíðarhald var í Klingrugarði, nýggja handilsøkinum í Klaksvík beint við Norðoyatunnin. Fólk runnu ella gingu gjøgnum nýggja undirsjóvartunnilin, sum var tann næsti í røðini í Føroyum.

Mikudagin, um eina viku, eru júst tjúgu ár liðin, síðani Norðoyatunnilin lat upp fyri ferðslu

Í hesum sambandi verður frítt at koyra í átta dagar í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum.

Hesum boðar felagið "Tunnil", sum teir báðirelstu undirsjóvartunnlarnir hoyra undir, frá.

Ókeypis koyringin verður galdandi fyri øll akfør frá leygardegnum 25. apríl til og við sunnudagin 3. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder