Innanlands

Fróði Hansen við nýggjari útgávu

Eisini er sjónbandalag gjørt til sangin "Hola"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-04 09:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fróði Hansen letur í mati út nýggja útgávu. Vanliga hevur Fróði sungi á enskum, men á nýggju útgávuni verða føroyskir tekstir.

Útgávan, sum kallast Hola, inniheldur 8 løg.

Fróði Hansen skrivar á Facebook, at útgávan er framleidd og løgd til rættis saman við Mattias Kapnas, og er tikin upp í Studio Bloch í tøttum samstarvi við Theodor Kapnas.

Hola kemur út á talgildum miðlum tíðliga í mai, og einans 200 vinyl plátur verða gjørdar. Hvør útgáva far eitt tal, og er tað listamaðurin Bárður Dal Christiansen, ið við serstakum linoleumskurði stendur fyri at gera plátuhúsan.

Fróði Hansen fer við bólki sínum á tónleikaferð kring landið í seinnu helvt av mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder