Starvsskeiðið hjá verandi rektara á Fróðskaparsetrinum gongur út 1. september, og nú verður starvið lýst leyst at søkja. Hesum boðar Fróðskaparsetrið frá í tíðindaskrivi.
Nýggi rektarin skal hava drúgvar leiðsluroyndir og neyvan kunnleika til útbúgvingar- og granskingarøkið. Viðkomandi skal hava sterka akademiska bakgrund, gjarna sum viðurkendur granskari.
Rektarin skal dagføra langtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum saman við leiðslu og stýri. Dentur verður lagdur á undirtøku innanhýsis og samstarv við altjóða granskingar- og útbúgvingarstovnar, vinnulív og samfelag annars.
Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi.
Freistin at søkja starvið er 1. mai 2019, og nýggi rektarin byrjar í starvinum 1. september 2019. Starvstíðin er fimm ár.
Til ber at síggja starvslýsingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald