Nú 40 ár eru liðin, síðani havrættarsáttmálin hjá ST (UNCLOS) varð gjørdur, skipa Froðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet fyri ráðstevnu, har spurt verður, um hvussu sáttmálin megnar at vera hóskandi rættarkarmur fyri alt virksemi á havinum.
Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá í dag.
Fróðskaparsetur Føroya skipar 10. mars fyri ráðstevnuni saman við CEPRI, ið er partur av "Det Juridiske Fakulitet" á Københavns Universitet.
Á skránni stendur dygdin í UNCLOS, og hvussu sáttmálin kann brúkast til at handfara nýggjar avbjóðingar, sum ikki vóru kendar í 1982, tá sáttmálin varð gjørdur.
Heimasíðan setur.fo skrivar, at fyrilestrarhaldarar koma m.a. frá George Washington University, Oxford University og frá øðrum europeiskum universitetum.
- Ráðstevnan er ókeypis, men tilmelding skal til. Til ber at gera tað her.
Serliga ráðstevnan verður á Det Juridiske Fakultet hjá Københavns Universitet. Hetta er á Søndre Kampus, ið liggur á Amager. Tiltakið tekur útvið átta tímar. Skráin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald