Innanlands

Frost ávirkar vatnveitingina: Steingja fyri vatninum klokkan 22

Tvøroyrar kommuna boðar frá, at vatnnøgdirnar, ið renna í uppsamlingsbrunnarnar, ikki eru nøktandi, tí áirnar eru so nógv ávirkaðar av frosti. Einki vatn verður í kommununi frá klokkan 22 til klokkan 6 í morginárini

Longu nú eru fleiri støð í kommununi, ið einki vatn hava. Arbeitt verður við at sleppa niðan í Rangabotn eftir vatni, men har er trupult at sleppa fram fyri kava (Mynd: tvk.fo)

Longu nú eru fleiri støð í kommununi, ið einki vatn hava. Arbeitt verður við at sleppa niðan í Rangabotn eftir vatni, men har er trupult at sleppa fram fyri kava (Mynd: tvk.fo)

2023-03-14 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú liggjandi kavi hevur verið í fleiri dagar og kuldastigini eru støðug, eru áirnar kring um í kommununi frystar meginpartin av samdøgrinum.

Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari, har greitt verður víðari frá, at tað merkir, at vatnnøgdirnar, ið renna í uppsamlingsbrunnarnar ikki er nøktandi. Longu nú eru fleiri støð í kommununi, ið einki vatn hava.

- Vit harmast um hetta, men fáa í skrivandi stund ikki gjørt so nógv við tað. Arbeitt verður við at sleppa niðan í Rangabotn eftir vatni, men har er trupult at sleppa fram fyri kava. Arbeitt verður tó við hesum og at bøta um støðuna.

Tá tað ikki ber til at fáa fatur á meira, so snýr tað seg um at spara eitt sindur. Kommunan greiðir frá at fyri at kunna savna eitt sindur saman av vatni í kvøld og í nátt, so verður stongt fyri vatninum í allari kommununi frá klokkan 22 til klokkan 06.

Kuldin sær út til spakuliga at víkja tá tað nærkast vikuskiftinum, og vónandi førir tað við sær, at vatnveititingin aftur koyrir optimalt, endar tvk.fo skrivið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder