Mentan

"Frozen 2" ummæli: Væl sloppið av einum tveyara

Eittarin var so mikið væl eydnaður, at tveyarin kann bara ganga skeiva vegin. Frozen 2 fær tvær hálvt fjórða "P" av fimm møguligum

Í Frozen tvey fylgja vit aftur Elsu, Onnu, Kristoff, kavamanninum Olaf og reinsdjórinum Svenn

Í Frozen tvey fylgja vit aftur Elsu, Onnu, Kristoff, kavamanninum Olaf og reinsdjórinum Svenn

2020-01-13 22:34 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Frozen-bylgjan er komin til Føroyar, nú Frozen 2 gongur í biografum kring landið. Og helst er tað ikki bert eitt nýtt ættarlið av fimm ára gomlum, sum hevur hertikið biografarnar. Í Havnar Bio hendan dagin var tað hvørtfall ein áhugaverd blanding av børnum, vaksnum, og ungum, sum vóru komin at síggja hendan víðagitna tveyaran. Vit eru helst nógv, sum hava bíðað spent at vita, hvat nú fer at henda við Elsu, Annu og øllum hinum.

Ógjørligt at endurskapa eitt so gott úrslit

Filmurin gongu fyri seg trý ár aftaná fyrsta filmin. Stutt sagt fylgja vit ferðini hjá Elsu, Anna, Kristoff, kavamanninum Olaf og reinsdjórinum Svenn á teirra ferð norðureftir til ein gandaðan skóg, har tey fara at kanna, hvar gandamegin hjá Elsu kemur frá.

Tveyarar eru ofta skuffandi, og tað kemur meira enn so fyri, at tað sæst, at framleiðarnir bert vilja tjena sær ein lættan og skjótan penga við at tránýta ein longu væleydnaðan film. So galið stendur tíbetur ikki til við Frozen 2 – hetta er ein filmur, sum hevur nakað uppá hjarta. Tó er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at eittarin var so mikið væleydnaður, at tveyarin kann bert ganga skeiva vegin.

Eitt samansett ævintýr

Frozen brúkar eina fína blanding av tí, vit kenna frammanundan, samstundis sum hann letur sítt filmsunivers búnast. Olaf hevur sítt gimmick, vit hava eina flotta scenu, (Nú er tað ikki summarið hann gongur høgt uppí, hesu ferð er hann blivin tannáringur) har Elsa fær ein nýggjan kjóla umframt, at onkur sangur er úr eittaranum.

Eisini eru óteljandi nýggj elementir. Vit hava eitt nýtt fólkaslag, risar, ein nykur, ein gandaskóg, fyri ikki at nevna eina væl samansetta søgugongd. Hetta kann vera ein stórur biti hjá teimum smáu, sum eru komin at síggja filmin, og gud viti, um tey yvirhøvur skilja hann. Samstundis ger hetta filmin meira vaksnan enn tann fyrra, og hóskar seg betri til eldri málbólkin.

Vit koma tó ikki uttanum,at har eru nøkurting, sum ikki hanga saman í søguni, men hvørji ting, talan er um, verður ikki avdúkað her.  Men hey – hetta er Disney. Tað er sindur sum at hyggja eftir porno – vit mugu bara góðtaka, at hetta eru fyritreytirnar í hesum filmsheiminum.

Einstøku filmsbrotini rigga tó øll sera væl, og hava nógv at bjóða uppá í sær sjálvum. Her er ein fín blanding av drama og skemti, og serliga kavamaðurin Olaf hálar støðið upp. Eisini hevur filmurin sindur avskemti til tey vaksnu, sum t.d. tá Anna fortelur Kristoff, at henni dámar honum best í leður.

Tónleikur og animatión

Tá tað kemur til Disney, kemur mann ikki uttan um animatiónina og tónleikin.

Viðvíkjandi animatiónini er einki at finnast at – hetta er elegant, vakurt og sera Disney kent. Við tónleikinum haltar filmurin tó eitt sindur.

Tónleikurin er alt annað enn vánaligur. Trupulleikin er tó, at har er eingin oyrahangari, líka sum “Let it Go” ella “Do you Want to Build a Snowman”. Einasti sangur, sum kanska klárar at fylla hendan leiklutin er “Into the Unknown”. Um har er nakar sangur úr Frozen 2, sum fer at gera foreldur ør í høvdinum av skríggjandi børnum, sum bara duga trý orð úr sangtekstinum, so er tað uttan iva hesin. 

Alt í alt er Frozen 2 rættiliga væl sloppinav einum tveyara at vera, og um tær dámditann fyrsta, kannst tú geva honum ein kjans. um tú ikki hevur nakað betri at gera hendan januar mánaðin.

Frozen 2 (3,5 av 5)
Havnar Bio

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder