
Sjónleikarakvinnan Patricia Routledge, sum er best kend sum frú Hyacinth andaðist í morgun. Tað skriva bretskir miðlar í dag.
Sjónleikarakvinnan, sum av røttum kann kallast Dame Patricia Routledge, gjørdist heimskend tá ið hon í leiklutinum sum frú Hyacinth fekk smílini fram á hyggjarunum kring allan heimin.
Í sendirøðini spældi Patricia Routledge tann fína frú Hyacinth Bucket, sum royndi at vísa seg sum eina yvirklassa frú í mun til miðalklassa stættin, sum hon veruliga hoyrdi til.
Serliga var tað maður hennara, Richard Bucket (Clive Swift, red.), sum mátti líða undir hennara herligu hugskotum og stuttliga verumáta, og spæla fín uppá. Clift Swift andaðist 1. februar í 2019, 82 ára gamal.
Patricia Routledge spældi frú Hyacinth í 44 pørtum. Sendirøðin bleiv víst frá 1990 til 1995, og er síðani endursend fleiri ferðir.
Fleiri onnur í kendu sendirøðini eru eisini farin um sýn. Eitt nú Geoffrey Hughes, sum spældi Onslow, sum var tann dovni svágurin hjá frú Hyacint, hann doyði 27. juli í 2012, Judy Cornwell, sum spældi Elizabeth Warden, nervøsa grannakonan hjá frú Hyacinth, doyði í 18. august í 2022, og Mary Miller, sum spældi leiklutin sum freka og yngra systurin hjá frú Hyacinth, sum andaðist 10. november í 1998.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald