Ítróttur

FSF Street Cup – kapping i túnabólti fyri børn

Verður hildin í sambandi við NM-dystirnar hjá føroyska U17 landsliðnum á Tórsvølli

(Mynd: fsf.fo)

(Mynd: fsf.fo)

2018-07-30 11:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við, at norðurlandakapping fyri U17-landslið í fótbólti verður spæld í Føroyum 5. til 11. august, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri FSF Street Cup, ið er ein kapping í túnabólti fyri gentur og dreingir í aldrinum 6 til 11 ár.

FSF er vertur fyri árligu NM-kappingini við dreingjum, har luttakandi londini eru Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark, umframt Norðurírland og Kina, ið eru við sum gestalond.

Men tað eru ikki bara U17-dreingirnir, ið sleppa at vísa sínar fótbóltseginleikar, meðan NM er á skránni. Teir dagarnar, tá dystir í bólkaspælinum verða spældir, fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri FSF Street Cup 2018.

FSF Street Cup verður skipað sum upphiting til landsdystirnar hjá føroyska U17-liðnum, sum í bólkaspælinum skal spælir móti Íslandi, Norra og Kina. Tá vinnararnir í teimum ymisku aldurbólkunum eru funnir, fara A-landsliðsspælarar at skriva autografar, og eisini verður skipað fyri andlitsmáling, áðrenn fari verður inn á Tórsvøll at stuðla føroysku U17-dreingjunum.

Føroyska U17 landsliðið spælir fyrsta dystin sunnudagin 5. august móti Íslandi, og tá verður túnabóltur fyri U7 gentur og dreingir. Týsdagin 7. august spæla Føroyar móti Noregi, og tá verða tað U9 gentur og dreingir, sum kappast.

Triði innleiðandi dysturin hjá føroyska U17 landsliðnum verður hósdagin 9. august móti Kina, og tá eru gentur og dreingir í U11, sum skulu spæla.

Tað er ókeypis at luttaka, og øll sum eru við, fáa ókeypis drekka og frukt, tá tey hava spælt sínar dystir. Fýra leikarar eru á hvørjum liði, og loyvt er at hava ein skiftisleikara. Leikararnir á vinnandi liðunum fáa hvør sína Macron landsliðstroyggju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder