Í sambandi við at Fuglafjarðar býráð hevur sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2024 til ein nýggjan brandbil, hevur Fuglafjarðar sløkkilið skrivað undir sáttmála við Hauberg Technique A/S um veitan av nýggjum brandbili.
Talan er um ein Volvo FMX 4x4 við 540hk. Bilurin verður uppbygdur hjá WISS í Póllandi og endaliga liðugtgjørdur hjá Hauberg Technique A/S í Danmark. Bilurin er útgjørdur við nýmótans klippiútgerð, 3000L tanga, vatnkanón, spælið, skúmanleggið og aðrari hentari útgerð.
Hesin kemur at avloysa 35 ára gamla brandbilin hjá Fuglafjarðar sløkkiliði, skrivar Fuglafjarðar kommuna.
Átaksleiðarin sigur, at bilurin verður latin frá Volvo til uppbyggjaran í februar 2025, og seint á sumri verður hann latin sløkkiliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald