Innanlands

Fuglur kom í motorin hjá Atlantsflog

Eitt flogfar hjá Atlantic Airways fekk í morgun ein fugl í motorin, og mátti venda við

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-03-30 15:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var í sambandi við fráferð klokkan 8 í morgun, at eitt flogfar hjá Atlantsflogi fekk ein fugl í motorin, og mátti venda við. Tjúgu minuttir seinni lendi flogfarið aftur í Vágum.

Flogskiparin kunnaði tey 122 ferðafólkini umborð, og so tað var tamarhald á støðuni, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við Kringvarpið í dag.

Tað eru strangar mannagongdir tá flogfør fáa fugl í motorin, og teknikarar skulu nú kanna flogfarið. Jóhanna á Bergi sigur við útvarpið, at tað ikki kemur at ávirka ferðsluna stórvegis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder