
Leygardagin hátíðarhelt Nes kommuna, at kommunan nú hevur fingið býarheitið, eftir at talið av borgarum í kommununi herfyri kom upp um 1.500.
Í dag fekk kommunuskrivstovan vitjan av Johan Elkjær Hansen á Nesi, sum hevði eina serliga gávu við til kommununa.
Gávan var ein hamari, sum borgarstjórin nú kann brúka, tá hann skal halda skil á ráðnum, sum nú ikki longur er bygdaráð, men kann kalla seg býráð.
Saman vil gávuni skrivar Johan Elkjær Hensen soleiðis.
“Fari við hesum at ynskja Nes kommunu hjartaliga tillukku við býarheitinum.
Í hesum sambandi vil eg fegin geva kommununi hesa gávu, ein fundarhamar, ið er dreyaður úr eini grein av gullregni. Greinin er av einum træi, sum bleiv gróðursett á Toftum fyri mongum árum, og fyri umleið tíggju árum síðan varð skorin av.
Greinin hevur ligið og tornað í nøkur ár, klár at seta í dreyibonkin at evna til.
Við ynski um góða eydnu og blíðan byr.
Johan Elkjær Hansen”
Kelda: nes.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald