Í kvøld kl 19. verður borgarafundur í Roykstovuni í Kirkjubø. Kirkjubøur er eitt av mest vitjaðu støðum í landinum. So nógv ferðafólk koma til Kirkjubøar, at tað viðhvørt er ein avbjóðing at avgreiða nógvu ferðsluna á smølu vegunum í Kirkjubø, og av nógvum ferðafólki, sum vitja bygdina samstundis.
Kommunan ynskir at skapa góðar karmar fyri, at ferðavinnan kann vaksa og mennast. Men hetta má gerast soleiðis, at tað verður skipað og verður minst møguligt til ampa fyri borgararnar. Vøkstur í ferðavinnuni skapar vælferð, arbeiðspláss og nógvar góðar tænastur, upplívingar og annað fyri borgarar í kommununi. Ongin ivi er um, at ferðavinnan kann mennast og skipast betur, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Tórshavnar kommuna søkti á heysti í 2018 um stuðul frá Visit Faroe Islands til at gera eina menningarætlan fyri ferðavinnuna í Kirkjubø. Umsóknin varð játtað og fyri hálvum ári síðan fór Visit Tórshavn undir at gera menningarætlanina. Arbeiðið er nú liðugt og menningarætlanin verður løgd fram í kvøld.
Innanlands
Fundast um ferðavinnu í Kirkjubø
Tórshavnar bjóðar inn til borgarafund
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-05-21 11:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald