Innanlands

Fundur um samferðsluviðurskiftini í Hesti mikudagin

Tórshavnar kommuna ynskir ikki, at málið um hvat skal gerast við farleiðina, tá koyrandi verður til Sandoynna, og Teistin verður tikin úr rut, skal bíða ov leingi

Á fundinum mikudagin 23. februar verða landsstýrismaðurin í samferðslumálum, stjórin á SSL, stjórin á Landsverki, formaðurin í havnanevndini Kári Johansen, staðbundna nevndin í Hesti og sokallaða Teistanevndin (Mynd: torshavn.fo)

Á fundinum mikudagin 23. februar verða landsstýrismaðurin í samferðslumálum, stjórin á SSL, stjórin á Landsverki, formaðurin í havnanevndini Kári Johansen, staðbundna nevndin í Hesti og sokallaða Teistanevndin (Mynd: torshavn.fo)

2022-02-17 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Borgarstjórin hevur kallað inn til fundar um samferðsluviðurskiftini í Hesti mikudag, 23. februar. Hetta er í samband við at koyrandi verður í Sandoynna skjótt, og at Teistin harvið verður tikin úr rutu.

Á fundinum verða landsstýrismaðurin í samferðslumálum, stjórin á SSL, stjórin á Landsverki, formaðurin í havnanevndini Kári Johansen, staðbundna nevndin í Hesti og sokallaða Teistanevndin.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

- Eitt av málunum, sum verður viðgjørt er, at tá nevnt hevur verið, at Erla Kongsdóttir ella líknandi skip skal nøkta tørvin á rutuni, so verður ikki mett, at slíkt skip nøktar tørvin á hestleiðini í framtíðini.

Til dømist tekur Erla Kongsdóttir bert bilar upp til 7 tons - oljubilar, ruskbilar, renovationsbilar o.l. viga millum 25-32 tons. 

Í Hesti eru fólk eisini bangin fyri, at ferjulegan verður broytt soleiðis, at tað ikki ber til hjá størri ferjum at leggja at í framtíðini, um verandi ferjulegu verður broytt til eina, ið Erla Kongsdóttir kann brúka.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur áður mælt til, at hetta mál ikki bíðar, til koyrandi er í Sandoynna, men at royndir verða gjørdar beinanvegin og at ein loysn verður funnin sum skjótast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder