Seinnapartin í dag hittast danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum og amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio í Washington D.C.
Fundurin verður eftir ætlan klokkan 15.30 føroyska tíð, men tíðspunktið kann broytast, eins og talið á luttakarum er broytt.
Upprunaliga var ætlanin, at fundurin bert skuldi vera millum tey trý áðurnevndu, men í gjár varð hetta broytt. Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance verður nú vertur fyri fundinum, sum verður í Hvítu Húsunum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir seinastu tíðina endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland, og hevur hann ikki útilokað at brúka hermegi.
Bæði Grønland og Danmark hava tó gjørt greitt, at Grønland er ikki til sølu, og á tíðindafundi í gjár saman við danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen gjørdi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen greitt, at Grønlend heldur vil vera partur av danska kongaríkinum enn partur av USA.
Les eisini: - Vit standa saman og velja kongaríkið frammum USA
Tann útsøgnin hevur vakt ans kring heimin, sambært altjóða miðlum, og er ikki fallin í góða jørð hjá amerikanska forsetanum. Hann segði við journalistar í gjár, at tað kann gerast ein stórur trupulleiki hjá grønlendska landsstýrisformanninum.
Les eisini: Trump: Hetta verður ein stórur trupulleiki fyri grønlandska landsstýrisformannin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald