Teir báðir føroyingarnir, sum síðani týsmorgun hava verið saknaðir av familju og unnustu hjá tí eina, eru nú komnir aftur í aftur í øllum góðum.
Tað skrivar Margit Sørensen Ryggstein, sum er dama eina mannin og systkinabarn hin, á Facebook í dag.
Ungu menninir skuldu báðir við flogfarinum hjá Atlantsflog heim til Føroya týsdagin á middegi. Teir komu ongantíð umborð á flogfarið, og tað síðsta nakar hoyrdi frá teimum tá, var at ein vinamður tosaði við annan teirra tá teir vóru áveg til flogvøllin í Kastrup.
Teirra fartelefonir vóru sløktar og teir høvdu ikki verið online á sosialum miðlum síðani týsdagin, segði Margit Sørensen Ryggstein í eftirlýsingini.
Pápi ein teirra sigur við in.fo í dag, at teir hava verið í svenska býnum Malmø, og hava tað annars gott.
Les eisini: Tveir ungir føroyskir mans horvnir í Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald