Uttanlands

Funnu yvir 100 kilo av kokaini á botni í Eystursjónum

Sjey persónar vórðu í fyrstu syftu handtiknir - virði á hesum vørinum kann liggja nakað yvir 100 millónir krónur

Polskir marknavørðar høvdu ikki ein heilt vanligan arbeiðsdag í gjár, týsdagin 18. februar (Savnsmynd)

Polskir marknavørðar høvdu ikki ein heilt vanligan arbeiðsdag í gjár, týsdagin 18. februar (Savnsmynd)

2025-02-19 08:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Polskir marknavørðar høvdu ikki ein heilt vanligan arbeiðsdag í gjár, týsdagin 18. februar. 

Meðan teir arbeiddu við at "verja umráðandi undirstøðukervi", funnu teir yvir 100 kilo av kokaini.

Talan var um viðvíkahald av káplum undir jørð, og var hetta á botininum í Eystursjónum (Eystarasalti). Tað skriva fleiri norðurlendskir miðlar.

Tað framgongur ikki, hvussu kokaini varð varðveitt har, men tað hevur eyðsæð verið ein roynd at smugla tað.

Í sambandi við málið eru sjey persónar higartil afturhildnir. Hetta upplýsir talsfólk fyri marknavøðrarnar.

Virði kann liggja um 60 milliónir zloty (pólskur peningur) á svarta marknaðinum. Tað svarar til umleið 117 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder