Miðskeiðis í november hevði Dagur og Vika innslag um útblaking á Nærabergi. Trolarin hjá JFK hevur áður verið í trupulleikum orsakað av útblaking av fiski, og í seint í farna mánaði lat Vørn ákæruvaldinum málið.
Tað hevur nú kannað málið, men greitt er, at gjørt verður ikki meira við tað. Hetta váttar Linda Hesselberg, ákæri, fyri vp.fo.
Trupulleikin er, at Kringvarpið ikki vil lata ráupptøkurnar og upplýsa fyri ákæruvaldinum, hvør eigur upptøkurnar:
- Vit hava verið í samband við Kringvarpið og spurt, um vit kunnu fáa ráupptøkurnar og hvør keldan til myndirnar er, men tey hava svarað nei, sigur Linda Hesselberg.
Harvið ber millum annað ikki til at staðfesta, nær upptøkurnar eru gjørdar. Linda Heselberg sigur eisini við Vágaportalin, at tað ikki gevur nógva meining at avhoyra manningina á Nærabergi, og at mett verður, at um viðkoamandi hevði vilja meldað málið, farið víðari við tí, so hevði hann gjørt tað longu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald