Innanlands

Fútin harmast drúgva viðgerðartíð

Skuldsetingarnar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan førdi fram móti Bakkafrost vóru kompleksar og umfatandi. Her var nógv, sum ákæruvald og løgregla skuldu seta seg inn í. Tað er orsøk til at nakrar av skuldsetingunum eru firnaðar, sigur Michael Boolsen, fúti

Michael Boolsen, fúti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Michael Boolsen, fúti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-20 18:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Lóggávan viðvíkjandi flutningi av alifiski og viðvíkjandi lúsateljing er ikki nakað, sum løgreglan ella ákæruvaldið arbeiðir við til dagligt. Tí hevur arbeiðið verið drúgt, nógv drúgvari enn vit vildu ynskt.

Soleiðis sigur Michael Boolsen, fúti, nú kanningin um ávís lógarbrot, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan meldaði Bakkafrost fyri at hava gjørt, endiliga er liðugt eftirkannað.

Og úrslitið er, at tær fleiri av skuldsetingunum verða sleptar. Nakrar, tí tað lógarbrotið ikki kann prógvast og nakrar tí tær eru firnaðar. Eftir eru tvær skuldsetingar um brot á flutningskunngerðina, sum ákæra nú verður reist fyri, so málið kann roynast í Føroya rætti.

Tað var í desember 2021, at tað kom fram, at Bakkafrost varð meldað til løgregluna. Tað, ið fekk størstu umrøðu í hesum sambandi var, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan metti, at talan kundi verða um eitt sektarkrav upp á 67 milliónir krónur.

- Talið 67 milliónir krónur kom ikki frá okkum – tað var ein meting, sum heilsufrøðiligu myndugleikarnir komu við, sigur Michael Boolsen í kvøld.

Hann vil ikki koma við metingum, hvussu stóra sekt, ákæruvaldið nú fer at krevja fyri tey tvey lógarbrotini, sum Bakkafrost nú verður ákært fyri.

Men í tíðindaskrivi í kvøld skrivar Bakkafrost, at ákæruvaldi hevur kravt eina bót á eina millión krónur.

Harmast um langa viðgerðartíð

Fútin harmast sum sagt um, at málsviðgerðin og eftirkanningin hevur tikið so drúgva tíð.

- Serliga harmist eg um, at onkrar av skuldsetingunum eru firnaðar meðan vit hava havt málið til viðgerðar. Slíkt skal helst ikki koma fyri. Men tá tað er sagt, so vóru tað eisini nøkur punkt í skuldsetingunum, sum vóru farnar yvir firningarfreistina, longu tá vit fingu málið í desember 2021, sigur Michael Boolsen.

Hann greiðir frá, at tá løgreglan og ákæruvaldið høvdu sett seg inn í málið, so stóð greitt, at her var eitt ávíst kanningararbeiði, sum skuldi gerast, áðrenn støða kundi takast til eina ákæru.

- Og her var nógv, sum vit skuldu seta okkum inn í, tí henda lóggávan er ikki nakað, sum løgreglan arbeiðir við til dagligt. Tí hava vit brúkt drúgva tíð til at samskifta við partarnar og hava eisini leitað okkum hjálp frá statsadvokatinum í Danmark.

- Tú kanst siga, at tað er kompleksiteturin og umfangið av málinum, sum hevur gjørt, at viðgerðin hevur tikið so drúgva tíð frá okkara síðu, og tað harmist eg um, sigur Michael Boolsen.

--

Bakkafrost fegnast um niðurstøðuna

- Bakkafrost tekur tað til eftirtektar, at ákæruvaldið nú hevur tikið avgerð í málinum frá 2021. Vit fegnast um, at ein niðurstøða loksins fyriliggur, og at tær flestu og mest álvarsligu skuldsetingarnar eru sleptar.

Soleiðis skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi í kvøld. Í tíðindaskrivinum verður harumframt greitt frá málinum:

Upprunaliga fevndi málið um trý viðurskifti, harav tey fyrstu tvey eru slept:

  1. Ákæra um brot á lúsakunngerðina í samband við lúsateljingar á Gøtuvík í december 2020
    Hendan ákæran er slept, tí Føroya Landfúti gav okkum viðhald í, at tann praksis sum Bakkafrost brúkt í samband við lúsateljingarnar var rættur í mun til tær reglur, sum tá vóru galdandi.
  2. Ákæra um brot á djóravælferðarlógina í samband við viðgerð av fiski á Gulanum í februar/mars 2020
    Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HFS) vildi vera við, at Bakkafrost hevði viðgjørt fiskin uttan at neyðugar djóralæknaváttanir fyrilógu. Undir málsviðgerðini hevur Bakkafrost víst á og prógvað, at páhaldið hjá HFS hesum viðvíkjandi ikki var rætt. Tað fyrilógu djóralæknaváttanir fyri allar tær viðgerðir, sum Bakkafrost framdi viðvíkjandi hesum fiski. Hendan ákæran er sostatt slept.
  3. Eftir stendir ákæra um brot á flutningskunngerðina í samband við, at alibátur felagsins hevði silgt út á alibrúk uttan at báturin hevði flutningsloyvi.
    Bakkafrost hevur sum ongantíð mótmælt faktisku viðurskiftini, men hevur víst á, at orsøkin til hetta viðurskifti var, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan broytti mannagongdir. Hetta viðurskiftið hevði ongar avleiðingar fyri djóravælferð ella umhvørvi, men var av formligum slag.
    Ákæruvaldið kravdi eina bót uppá 1 mio fyri hetta viðurskifti, men Bakkafrost hevur víst á, at henda bót á ongan hátt stendur í mát við tað sum skal vera framt.

Ákæran um brot á flutningskunngerðina verður avgjørt av rættarskipanini, og fara vit sjálvsagt at laga okkum eftir teimum niðurstøðum, sum dómsvaldið kemur til hesum viðvíkjandi.

Drúgv viðgerðartíð

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd á yvir fýra ár, sum hevur verið tyngjandi fyri felagið og okkara starvsfólk. Vit eru samd við politinum í, at viðgerðartíðin ikki hevur verið nøktandi.

Djóravælferð og lívfrøðilig trygd eru altíð fremstu raðfestingar hjá Bakkafrosti. Vit síggja nú fram til at fáa hetta málið endaliga avgreitt í rættinum, og vit fara sjálvsagt at laga okkum eftir teimum niðurstøðum, sum dómsvaldið kemur til.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder