Onkur ivamál eru um arbeiðsvanlukkuna 21. juni í fjør á Varðanum Pelagic, tá ein 56 ára gamal maður lat lív.
Arbeiðseftirlitið er liðugt at kanna vanlukkuna, og hevur nú latið fútanum frágreiðingina. Tað er gjørt, tí ákæruvaldið skal taka støðu til, um nakar kann revsast í málinum, upplýsir Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum fyri Kringvarpinum í dag.
Hann vil ikki koma nærri inn á, hví Arbeiðseftirlitið hevur valt at lata fútanum málið, men sigur, at nøkur ivamál eru.
- Onkur ivamál eru, sum gera, at vit saman koma at hyggja nærri at umstøðunum við arbeiðsvanlukkuni, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum við Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald