Mentan

Fyr & Flamme vunnu Dansk Melodi Grand Prix – Ætla sær ikki at umseta sangin til enskt

Hetta verður fyrstu ferð síðan 1997, at danski luttakarin í Eurovision syngur á donskum – Svøríki er einasta norðurlendska landið, sum enn ikki hevur valt ein luttakara til altjóða kappingina í Rotterdam

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-03-07 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið, meðan FMA var á skránni her í Føroyum, varð skipað fyri ársins umfar av Dansk Melodi Grand Prix í Danmark.

Har gjørdist tað bólkurin Fyr & Flamme, sum fóru av stað við sigrinum, og vunnu heiðurin at umboða Danmark í altjóða Eurovision sangkappingini, sum verður í Hollandi seinni í vár.

Eins og í 2020 var kappingin uttan áskoðarar vegna korona, sum eisini var orsøkin til, at altjóða Eurovision finalan varð avlýst í fjør.

Fyr & Flamme vunnu við danska sanginum "Øve os på hinanden" og hetta er fyrstu ferð síðan 2005, at ein sangur, ið verður sungin á donskum, vinnur danska grand prixið. Framførslan sæst omanfyri.

Laurits Emanuel og Jesper Groth úr bólkinum greiða frá, at teir ætla sær ikki at umseta sangin til enskt til altjóða kappingina, sum annars hevur verið siðvenja í fleiri áratíggju. So tá altjóða Eurovision kappingin er á skránni í mai, fer danski luttakarin at syngja á donskum fyri fyrstu ferð síðan 1997, skrivar Ritzau.

Laurits Emanuel heldur tað vera serligt at syngja á sínum móðurmáli, og vísir hann á, at fleiri luttakarar eru farnir yvir til at syngja á teirra egna máli.

Jesper Groth sigur við heimasíðuna hjá Eurovision, at talan er um ein sang, sum er gjørdur í samsvari við ávísar skandinaviskar siðvenjur.

– Eg kan ikki ímynda mær, hvussu vit yvirhøvur skuldu umsett hann, so vit halda okkum til danskt. Seinastu árini hava vit eisini sæð, at fleiri lond klára seg sera væl á teirra egna máli, eftir sigurin hjá Portugal í 2017 og sigurin hjá Ukraina.

Altjóða Eurovision sangkappingin verður í hollendska býnum Rotterdam í døgunum 18., 20., og 22. mai.

Noreg verður umboðað av Andreas Haukeland, kendur sum TIX. Hann vann norsku kappingina við sanginum "Fallen Angel":

Tað verður bólkurin Blind Channel, sum fer at umboða Finland við sanginum "Dark Side":

Íslendska umboðið verður Daði og Gagnamagnið, sum vann íslendsku kappingina í fjør. Í ár fer Daði og Gagnamagnið at umboða Ísland við sanginum "10 Years", sum verður avdúkaður í komandi viku.

Söngvakeppnin var ikki á skránni í ár, men Ísland gjørdi av, eins og fleiri onnur lond, at loyva vinnaranum frá 2020 at luttaka í altjóða finaluni í ár. Her sæst framførsla teirra frá í fjør:

Finalan í svensku grand prix kappingini, Melodifestivalen verður komandi vikuskifti.

Seinastu árini hevur Svøríki gjørt nógv burturúr Melodifestivalen við fleiri hálvfinaluumførum við fleiri luttakarum. Seinastu 12 sangirnir skulu kappast um 1. plássið leygarkvøldið 13. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder