Uttanlands

Fýra arnaálop í fimm dagar

Tað er heilt óvanligt at ørnir leypa á fólk – í Noregi hava fýra álop verið hesar seinastu dagarnar

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-09-09 17:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambært fuglafrøðingum er tað ikki ofta, at fólk verða álopin av ørnum, men í seinastuni hava tey upplivað fýra álop  í Noregi hesar seinastu dagarnar.

Leygardagin legði ein fiskaørn eftir eini 20 mánaða gamlari gentu í Orkland, skamt vestan fyri Tróndheim.

Pápi gentuna upplýsir fyri NRK, at gentan fekk tvær pentur í nakkan, og hevur klórimerki á høkuni og í andlitinum. Ongin er komin álvarsliga til skaða av álopunum, ið hava verið.

Sera óvanligt

Hetta er heilt sjáldsamt. Arnarserfrøðingurin Alv Ottar Folkestad hevði ikki hoyrt um, at fólk vórðu álopin av hesum fúrstaliga fuglinum fyrr enn hesi álopini nú hendu, skrivar NRK.

- At ørnir leypa á fólk er so óvanligt, at eg ikki havi funnið tað umrøtt áður uttan í aldargomlum sagnum, sigur Alv Ottar Folkestad, sum er arnarserfrøðinguro felagsskapinum Birdlife.

Sambært honum vildi eittans álop á menniskja verið ein sensasjón. Men síðstu vikuna hava verið fýra álop.

Arnarungi

Sambært Folkestad kunnu ørnir gerast ræddar, um fólk nærkast teimum í náttúrini. Men at eitt barn verður álopið nærhendis fólkum millum hús, er óvanliga sjáldsamt.

Talan var um eina ársgamla ørn, ið enn ikki sjálv er byrjað at veiða.

Sambært serfrøðinginum eru øll álopini framd av kongaørnum, ið júst er floygdar úr reiðrinum. Tær hava bert verið úti í ein mánaða ella tveir, og helst er talan um fýra ymsar fuglar, tí landafrøðiliga frástøðan millum teir fýra tilburðirnar er rættiliga stór.

Helt á í 20 minuttir

Fyrsta álopið hendi týsdagin við vatnið Tyin, mitt inni í landinum í ein landnyðring úr Bergen. Tá leyp ein ørn á Arvid Flæte, sum filmaði ørnina. Hon helt á við álopinum í einar 20 minuttir áðrenn hon gavst.

Tveir dagar seinni var Francis Ari Sturi á veg oman av 2.500 metra høga fjallatoppinum, Glittertind, sum liggur umleið 40 kilometrar norðan fyri Tyin. Hann gáaði ikki ørnina fyrr enn hann merkti eitt duk í nakkan. Ørnin legði eftir honum seks ferðir, og Francis Ari varð illa klóraður og mátti á skaðastovuna.

Krøkti seg í herðarnar

Dagin eftir varð Marianne Myrvang álopin av eini kongaørn 250 kilometrar longur norðuri, meðan hon gekk í lendinum nærhendis smáttuni Holtålen í Trøndelag.

Ørnin setti seg á herðarnar á henni og hálaði í. Hon rópti um hjálp og maðurin kom henni til hjálpar við eini grein, og fekk kveistra ørnina burtur. Hon fekk djúp sár í herðarnar av ørnini.

24 tímar seinni hendi so álopið á smágentuna í Orkland, umleið 100 kilometrar í ein útnyðring úr Holtålen.

Fleiri fólk, bæði børn og vaksin vóru úti í túninum á garðinum, tá tað hendi. Eftir álopið varð lítla gentan løgd í narkosu fyri at kanna skaðarnar, men onki álvarsligt er hent henni, skrivar NRK.

Hava helst kent seg hóttar

Alv Ottar Folkestad sigur við NRK, at tað ikki er talan um, at ørnirnar hava roynt at veiða menniskju. Hetta er reinur ágangur, helst tí at ørnin hevur kent seg hótta.

Men tað kann, sambært serfrøðinginum, eisini vera talan um, at ørnini hevur bilað okkurt.

Ørnin, sum leyp á smágentuna er nú avlívað.

Kongaørnin er næststørsti fuglur í Noregi, bert havørnin er størri.

Kongaørnin gerst millum 80 og 93 sentimetrar long, og veingjabreiðið er millum 2 og 2,22 metrar. Kongaørnin varð friðað í Noregi í 1968. Tað liva onkrastaðni millum 1.800 og 2.300 kongaørnir í Noregi.

Hon veiðir onnur fuglasløg og smádjór, men kann eisini taka størri djór, so sum lomb og kálvar.

Latínska navnið er ”Aquila crysaetos”, ið merkir ”gylt ørn”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder