2023-03-10 08:24

Ein harmonikusamanstoytur var gjáramorgunin í Saltangará.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at tríggir av bilførarunum fáa bót fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna.
Hetta hendi beint fyri klokkan 8 í gjár, og hálka kann hava spælt inn eisini.
Bara materiellur skaði stóðst av hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald