Innanlands

Fýra deyð í skúlaskjóting í Georgia

Enn ein sorgarleikur á amerikanskum skúla - hesaferð á Apalachee High School í býnum Winder í Georgia

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-09-05 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst fýra fólk doyðu undir einum skottilburði á Apalachee High School í býnum Winder í amerikanska statinum Georgia í gjár.

Tað váttar kanningardeildin hjá løgregluni í statinum fyri AP. Umframt tey fýra deyðu verða minst níggju onnur viðgjørd fyri skotsár á sjúkrahúsum, verður upplýst.

Í gjárkvøldið var enn óvist hvussu nógv av teimum raktu ella dripnu vóru næmingar ella starvsfólk á skúlanum.

Løgreglan sigur, at illgerðarmaðurin er handtikin, men hevur ikki upplýst nakað um aldur, ella um talan er um ein næming á skúlanum.

[object Object](Mynd: EPA)

Sambært Hvítu Húsunum eru Joe Biden forseti og Kamala Harris kunnað um hendingina.

- Tað, sum skuldi vera ein góð skúlabyrjan broyttist til eina ræðuliga áminning um, hvussu brotsverk við vápnum oyðileggur samfelag okkara, sigur Joe Biden í eini skrivligari viðmerking til hendingarnar.

- Næminger her í landinum læra at boyggja seg niður fyri ikki at verða rakt, heldur enn at skriva og lesa. Vit kunnu ikki halda fram við at góðtaka tað sum normalt, sigur forsetin.

Samveldisløgreglan FBI er til staðar á Apalachee High School, sum hevur næstan 2.000 næmingar, og sum liggur 80 kilometrar frá stórbýnum Atlanta.

Guvernørurin í Georgia, Brian Kemp, hevur sagt at alt verðru gjørt fyri at hjálpa til við at kannað málið og viðgera tey særdu.

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder