Í ár fekk Tórshavnar kommuna trettan umsóknir um umhvørvisstuðul og tilsamans var søkt um kr. 858.185. Tey fýra, ið fáa umhvørvisstuðulin fyri 2019, vórðu øll mett at hava sera áhugaverdar verkætlanir innan evnið skundmóta, skrivar kommunan á heimasíðuni.
1. Virkin endurskapan til gagns fyri børn og ung. Frítíðarskúlin í Hoyvík og Klubb 188.
Endamálið við verkætlanini er at gera børn og ung tilvitað um at endurskapa burtur úr gomlum klæðum, sum skulu burturbeinast, eru gloymd eftir og ongan góðan eiga longur. Ætlanin er at førleikamenna børn og ung at endurskapa, so tá verkætlanin er liðug, eru tey sjálvi før fyri at halda fram við íblástri frá verkætlanini.
Kr. 35.000.
2. NÝNÝ við Bláa Krossi. NÝNÝ er nýggja merkið fyri nýnýtslu av klæðum hjá Bláa Krossi.
Endamálið við verkætlanini er betur at gagnnýta klæðini, Blái Krossur fær inn, við nýnýtslu. Blái Krossur fer at seta í verk eina seymistovu, har sjálvboðin við vegleiðing frá sniðgevum fyrst og fremst fara at seyma nýnýtslubarnaklæðir. Við hesum er vónin, at fleiri fara at keypa klæðir frá Bláa Krossi og harumframt, at Blái Krossur betur fær gagnnýtt klæðini, ið koma inn.
Kr. 110.000.
3. Leykaskal við Gimburlombunum. Tjóðhild Patursson og Barbara Andreasen.
Endamálið við verkætlanini er at gera royndir við at lita við leykaskali og øðrum matleivdum úr køkinum – og síðani at bera úrslitini frá royndunum víðari við sjónbandi og podcast. Við hesum vilja stigtakararnir seta fokus á bæði matoyðsl, dálkandi syntetiska klædnaliting og tað vakra í tí organiska.
Kr. 36.000.
4. Burðardygt klædnaskáp við Katrinu í Geil.
Endamálið við verkætlanini er at menna vitan og tilvitan um, hvat veruliga skal til, tá kvinnur skulu velja góð klæðir, sum tær trívast í og brúka leingi, við at skriva eina handbók á føroyskum um persónligan stíl. Bókin skal geva kvinnum grundleggjandi vitan um kropp og klæðir, hvat gott er at fara í og hvat tær skulu halda seg langt frá.
Hetta er eitt stig at tálma klædnanýtsluni og harvið eisini klædnaframleiðsluni, sum í dag er næstmest dálkandi ídnaður í heiminum.
Kr. 69.000.
Í 2018 vóru bert kr. 198.000 av umhvørvisstuðlinum nýttar, og sostatt vóru kr. 52.000 eftir.
Í ár fekk Tórshavnar kommuna tvær verkætlanir innan evnið tilfeingið, sum vóru mettar at vera so góðar, at Tórshavnar kommuna vildi gera eitt undantak og nýta peningin eftir frá 2018 til at stuðla:
1. Burðardygt umhvørvi við Kollafjarðar skúla.
Endamálið við verkætlanini er at menna vitanina hjá kollafjarðarbørnum um umhvørvið við at velta røtur, epli, rabarbur, kryddurtir o.a. Allur skúlin er við í verkætlanini.
Kr. 27.000.
2. Maðkagarðurin við Edvard Skúvadal
Endamálið við verkætlanini er at gera ein maðkagarð í Nólsoy, so oyggin verður sjálvbjargin við reyðmaðkum og harvið fær betri mold.
Kr. 25.000.
Ársins Grønu Gávu frá ETIKA 2019 fekk Veltan.
Á hvørjum ári letur matstovan ETIKA allan peningin, sum kemur inn við vatnsølu, til Grønu Gávuna. Og í ár er upphæddin kr. 45.720!
Veltan er samtak fyri grønmetisveltarar í Sandoynni. Teirra mál er at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti – bæði til húsbrúk og til sølu.
Seinastu tvey árini hava tey ríkað okkum føroyingar við feskum føroyskum grønmeti, og er tað ein sonn fragd at eta eina gularót av Sandi.
Nógv vóru uppskotini til Grønu Gávuna frá ETIKA, men øll vóru samd um, at Veltan er uppiborin vinnari í 2019.
Grønu Virðislønini hjá Tórshavnar kommunu fær: Guðrun&Guðrun
Guðrun&Guðrun var stovnað í 2002 av Guðrun Ludvík og Guðrun Rógvadóttir. Tær skriva um seg sjálvar:
Okkara framtíðarhugsan er at gera ein mun. Hetta er sera einfalt og kortini sera framsøkið. Vit vilja gera klæðir, sum lúka krøvini hjá tilvitaða viðskiftafólkinum, sum leggja í hvønnannan, umhvørvið, okkara felags náttúrutilfeingið og samstundis eisini vilja vera snøgg.
Hondbundna klædnaúrvalið er tilevnað heima hjá bindikonunum í Føroyum, Jordan og Peru sum partur av okkara átøkum, sum hava til endamáls at førleikamenna kvinnur.
Guðrun&Guðrun vóru fyrstar innan burðardygga klædnavinnu í danska ríkinum, og fyri hesum eru tær í uppskoti til ársins CSR-virðisløn hjá ELLE.
Tí er tað eisini í tøkum tíma, at Guðrun&Guðrun fáa Grønu Virðislønina hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald