Innanlands

Fýra fingið prógv sum farmakonomar

Elin Ó. Poulsen, Ester Petersen, Susan Johannesen og Annika Lenvig fingu í dag prógv frá Tjaldurs Apoteki

2018-07-05 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hava fýra næmingar á Tjaldurs Apoteki fingið prógv sum farmakonomar.

Tær fýra hava staðið í læru á Tjaldurs Apoteki. Tað tekur 3 ár at læra til farmakonom og í lærutíðini er næmingurin skiftisvís í starvsvenjing á apotekinum og á Farmakonomskúlanum í Hillerød.   

Tær fýra eita Elin Ó. Poulsen, Ester Petersen, Susan Johannesen og Annika Lenvig.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder