Okkurt bendir á, at vit skulu venja okkum við at ein ikki er liðugt koppsettur um ein hevur fingið tvey prik av covid-19 koppingarevni.
Tey, sum eru í serligum vandabólki fáa nú i boði at koppseta seg eina triðju ferð. Hetta er ein sonevndur boostari.
Enn eru tað tó ikki nógv, sum hava fingið triðja prikið. Sjukrahúsverkið upplýsir fyri Portalinum, at fríggjadagin vóru tað samanlagt fýra fólk, sum høvdu fingið trý prik við koppingarevni ímóti koronu.
Sjúkrahúsverkið hevur higartil ikki upplýst í hvørjum aldursbólki tey fýra fólkini eru í.
Talið á koppsettum í Føroyum økist spakuliga. 71,5 prosent av fólkatalinum hava fingið fyrsta prik, og 67,8 prosent annað prik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald