Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar kring landið. Fýra ferðslumál stóðust av hesum.
Í øllum málunum koyrdi bilførarin ov skjótt í bygdum øki - tó ikki so skjótt, at talan gjørdist um eitt klipp. Bilførarnir, tríggir í Eysturoynni og ein úr Havn, fingu allir bót.
Ferðslan við skúlar varð eisini kannað. Vakthavandi sigur, at har vóru fólk fyrimyndarlig í mun til ferð, viðvíkjandi ljósum og at sita i trygdarbelt.
Vórðu skjótt útskrivaði
Eitt ferðsluóhapp var í Norðragøtu í gjár. Ein bilur legði út fyri ein annan, tá hann kom niðan úr bygdini beint við vøllin í Sarpugerði. Tað er ikki heilt sjálvdan, at
ferðusluóphapp er á hesum staðnum.
Les eisini Helt ikki treytaðu vikiskylduna
Materielli skaðin var stórur og tveir sjúkrabilar komu á staðið. Vakthavandi í morgun sigur, at tey ið vórðu koyrd á sjúkrahús vórðu skjótt útskrivaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald